Guds kærleika eg høgt vil prísa

Orð: Gerhard Tersteegen
Lag: Dmitri S. Bortniansky
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds kærleika eg høgt vil prísa,
sum í hans Soni vístur er,
sum náði fekk hann til at vísa
tí falnu ætt á foldum her;
á meg og mítt ei meir eg hyggi,
men á hans fríu náði byggi.

2. Mítt hjarta kendi onga gleði,
fyrr enn eg kom til Kristi kross;
ei friður fanst á mínum vegi,
men har er nú mítt hvíldarpláss;
ei nakran lætta sál mín kendi,
fyrr enn hon sær til krossin vendi.

3. Har varð Guds hjarta opinberað,
hans kærleiki seg vísti har,
sín Son til synd hann vildi gera,
Guds svørð har í hans hjarta skar;
áh, sál, um tú tann kærleik kendi,
tú ei í dag tær burtur vendi!

4. Hvør gleðist ei hin frelsti skari
og syngur prís til Jesu navn!
Hann eina eigur lov og æru,
bert hann er fólks síns borg og havn;
hann læt sítt hjartablóð út renna,
at lív og frið vit skulu kenna.

FavoriteLoadingGoym tekstin