Guds kærleiki er størri, hægri

Orð og lag: Frederick M. Lehman
Týtt: Petur William Háberg

1. Guds kærleiki er størri, hægri,
enn pennur, tunga tolka kann.
Sjálvt hægsta stjørna gongur lægri,
og heilt til heljar røkkur hann.
Hin falna mann
hann aftur vann
Guds sonar blóði við;
tað barn, sum gleið
á syndaleið,
hann reisti og gav frið.

Niðurlag:
Guds kærleiki, so ríkur, skærur!
Ei ævin verður ov long
Guds kærleika, sum ævigt varir,
at bera fagnaðarsong!

2. Tá alt er svunnið – sól til viðae
er farin sína síðstu ferð,
og tann, sum her ei vildi biðja,
til fjøll og heyggjar, neyðróp ber,
tá varir við
Guds kærleiki,
ómetandi í hædd.
Hin droyralind
burt tekur synd
og gleðir mansbørn rædd.

3. Varð broytt til blekk hvørt hav á foldum
og loftið alt til pergament,
til penn hvørt strá, ið vaks úr moldum,
og skrivikynstur øllum kent,
Guds kærleika
at siga frá
upp turkaði hvørt hav;
frá brún til brún
ei nóg nógv rúm
alt himmalhválvið gav!

FavoriteLoadingGoym tekstin