Guds kærleiki meg undra má

Orð: Marius Absalonsen
Lag: Ókendur (enskt skald)

1. Guds kærleiki meg undra má,
sum niður til mín røkk,
tá djúpt í syndini eg lá,
og altíð longur søkk.

Niðurlag: Áh, tað var eitt undur stórt,
sum ikki fatast kann!
Guds Sonur gav sítt egna lív
og okkum lívið vann.

2. Í syndatænastu eg var
og neyt ta løn, hon beyð;
men sjálvur Gud, hann sigur mær,
at syndin føðir deyð.

3. Eg hoyrdi um Guds kærleika,
tó vanvirdi eg hann;
men so ein dag eg fekk at sjá
ein naglamerktan mann.

4. Og tá ið eg bar eyga við
hin tornakrýnda mann,
tá fekk eg ævigt lív og frið –
við trúgv, við trúgv á hann.

5. Tú frelsti, syng tað víða hvar,
har deyðin valdar enn,
at Jesus heimsins syndir bar
og frelsir falnar menn!

FavoriteLoadingGoym tekstin