Guds kærleiki so stórur er

Orð: Stuart Townend
Týtt: Mariann D. Poulsen
Upprunaheiti: How deep the Father’s love

Guds kærleiki so stórur er, eg aldri heilt kann fata
Eitt offur stórt – sín einkarson í deyðan vildi lata.
Á krossinum var pínan svár – burt faðirin sær vendi.
Tey sár nú eru vitni um, at eg í Himli lendi.

Tá Jesus mína syndaskuld á herðum mátti bera.
Hann líða mátti spott og háð og tornakrýndur verða.
Mín synd á krossi honum helt, til fullgjørt hoyrdist ljóða.
Við deyða hans eg liva kann, ja, eg fekk gávu góða.

Eg ongantíð kann rósa mær av vísdómi og styrki
men rósi mær av Jesusi og hansar’ stóra verki.
Hví slíka gávu hann mær gav, eg ongantíð kann svara,
Men eitt eg veit av hjarta nú, eg eri barn hans kæra.

FavoriteLoadingGoym tekstin