Guds kærleiks evangelium

Lag: William H. Havergal, Thomas Jarman
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds kærleiks evangelium
er óbroytt enn í dag;
tað býður frið í blóðinum,
um frelsu talar tað.

2. Tað býður lív, sum fyrr tað beyð,
til hvønn, ið trúgva kann,
og endaleysa dýrd til tey,
ið vilja hoyra hann.

3. Hædd, dýpi, lív og deyði við
skal ikki vika tann,
sum fann við Jesus hjarta frið
og lítur seg á hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin