Guds kirkjulið er heimsins størsta undur!

Ronald August FangenPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Ronald August Fangen
Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1983.

Guds kirkjulið er heimsins størsta undur!
Ímeðan verøld syndrast øll í sor,
er Jesus Krist um ævir tó hin sami,
– á kletti stendur ríki hans og orð!
Her heimsins ríki koma og so fara,
– sum væna vár tó verða kirkjukor.

Ein dag alt hatur farast skal í eldi,
tað bráðna skal sum ísur summardag.
Tá týnist Sátans vald, – og tá við veldi
Guds stríðsmenn syngja Lambsins sigurslag.
Við gleði verður heystað, sum var sáað.
– Tá brúður skoðar brúðgóm sæl og glað!

O væna vón, o lyfti uttan líka
frá Jesusi, ið eigur allan mátt.
Er nátt enn long, er møðsamt fram at stríða,
Guds lyfti halda, fell tó ei í fátt!
Guds orð jú sigur greitt: tú trongd skalt hava,
men stríð í treysti, – sí, eg komi skjótt!

FavoriteLoadingGoym tekstin