Guðs kirkjulið er heimsins størsta undur

Orð: Ronald Fangen
Týtt: Torkil Beder

Guðs kirkjulið er heimsins størsta undur,
ímeðan heimsins skap í skundi fer,
um ævir allar Kristus er hin sami,
og fest á klettagrund hans ríki er.
Tá heimsins ríki reisa seg og falla,
mót dýrdarinnar vári Guðs tað ber.

2. Ein dagur rennur, tá ið hat skal svinna,
sum tá ið sól og summar bræða snjó;
tá týnist Sátans máttur, og hans herur
má lúta fyri Kristi og hans tjóð.
Tey sáddu tár, men heysta nú við gleði,
og sæl tey kvøða Guði lovsongsljóð.

3. O sæla vón! O ríku, góðu lyfti
frá honum, sum ei broytir hug og hátt!
Er náttin long, er stríðið hart og møðsamt,
ein stjørna bjørt tær lýsir myrku nátt:
Guðsorðið sigur: Her tær trongd skal møta,
men stríð í treysti, sí, eg komi brátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin