Guds Lamb, meg altíð varða

Victor Danielsen
Orð: James G. Deck
Lag: Samuel S. Wesley
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds Lamb, meg altíð varða
við tína særdu lið!
Tí har er trygdin bara,
bert har eg eigi frið.
Um kring meg hóttir stríðið
og í mær ivi, frykt,
og trygt eg eina stígi,
um orð títt er mín lykt.

2. Bert undir veingjum tínum
er lívd og skjól hjá mær,
eg standi bert í stríðnum
í sambandi við tær,
tín armur eina vinnur
mín sterka fígginda
og hvíld mín sál bert finnur
í tínum kærleika.

3. Skjótt eg teg síggja fái,
skjótt búgvi eg hjá tær,
av tíni makt og náði
ei helvtin søgd mær varð;
Tín dýrd, tín ljómi fagur,
tín sterki kærleiki
er evnið allar ævir
hjá tínum heiløgu.

FavoriteLoadingGoym tekstin