Guds Lamb, sum hevur heimsins syndir borið

Orð: Sofia Wilhelmina M.H.
Lag 1: Ira D. Sankeym, Leivur Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds Lamb, sum hevur heimsins syndir borið,
takk, at so náðifult tú frelsti meg!
Ígjøgnum Andan reinsaður og orðið
farvæl nú hesum heimi sigi eg.

2. Legg meg við hjarta títt, áh, Frelsarmaður,
tín søta kærleika tú vísi mær!
Tá verðin og tann synd, í henni ræður,
skal ikki, Jesus, skilja meg frá tær!

3. Í sannleika og ótta allar dagar
og tínum kærleika tú varðveit meg,
lat Andan tykta meg og leiða, hagar
sum meir eg kann tær trúgva, kenna teg!

4. Gev mær títt sinn, og í mítt hjarta oys tú
tín kærleik, og tín vilja skriva har,
frá øllum mínum egna meir meg loys tú,
so alt í øllum tú kanst vera mær.

5. Tá tú meg elskar, hvat kann meir eg vilja!
Ei størri sæla hugsast, nevnast kann;
Guds frið og kærleik; ei kann nakar skilja,
hvat Jesus teimum er, sum kenna hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin