Guds Lamb! Upplyft várt eyga sær

Victor Danielsen
Orð: Alexander Stewart
Lag 1: Robert Bennett
Lag 2: Hans G. Nägeli
Lag 3: W. Kane
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: O Lamb of God, we lift our eyes

1. Guds Lamb! Upplyft várt eyga sær
teg mitt í trónuni;
á okkum skín, títt ljós send nær
frá høgu dýrdini!

2. Títt verk er væl og ævigt gjørt,
vit liva, eru frí;
til Gud tú hevur okkum ført,
tí tær vit standa í.

3. Tó – lat nú flóta náði her,
vís megi tína nú,
her mitt ímillum okkum ver,
teg sjálvan vísi tú!

4. Frá ljósins hæddum uppi har,
úr miðju trónunnar,
skín her, vit bíða eftir tær,
og metta sálirnar!

FavoriteLoadingGoym tekstin