Guds leið er hin besta

Orð og lag: Lida Shivers Leech
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: God’s way is the best way

1. Guds leið er hin besta,
tó valla veit eg,
hví sorgir og royndir
enn fjala hans veg.
Hann hond míni heldur,
meg dregur at sær.
Tann Harri og Jesus
nú alt er hjá mær.

Niðurlag: Guds leið er hin besta,
Guds leið er hin rætta.
Ja, eina hann veit, hvat
er best fyri meg.

2. Guds leið er hin besta,
hann leggur mín veg
og biður í øllum
meg líta á seg.
Í sól ella skugga
er hann altíð nær.
Til tyngjandi ótta
ei grund er hjá mær

3. Guds leið er hin besta,
hvønn dag kennir hann.
Hjá honum tá friðfull
er hvílan, eg fann.
Tá sorgin man tyngja
meg á mínum veg,
til Jesus eg leiti
– har troyst finni eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin