Guds náði! Áh, hvør ert tú rík

Týtt: Victor Danielsen

1. Guds náði! Áh, hvør ert tú rík,
hvør hvíla er í tær,
hvør sæla, sum í náðini
eitt mannahjarta fær!

Niðurlag:
Áh, tað er signað,
Kristus hevur loyst meg,
ja, tað er signað,
hann hevur reinsað meg!

2. Í mínum hjarta ráddi fyrr
eitt stríð bert nátt og dag;
eg leitaði um frið í mær –
hvør friður varð væl tað?

3. Eg visti ei, at friðurin
er bert við Kristi kross,
eg dugdi ei at leita til
hitt søta, sæla pláss.

4. Men nú er tað mítt hvíldarstað,
har hvílir hjarta mítt,
mín friður er, at deyðin har
breyt, Harri, hjarta títt!

FavoriteLoadingGoym tekstin