Guds náði ber

Orð: Dottie Rambo og Árni Jacobsen (2. ør.)
Lag: Londonderry Air
Týtt: Árni Jacobsen (1. ør.)
Upprunaheiti: He looked beyond my fault

1. Guds náði ber
av øllum – meir enn lívið er,
ein gáva dýr, so sál mín undrast má.
Tað loynt er mær,
hví eg so kærur honum var,
ið fjaldi míni mistøk, tørv mín sá.

Niðurlag: Í ævirnar eg fegnast skal um Golgata
og minnast krossin, Jesus doyði á.
Hvør undurfull er náðin,
sum meg falnan fann
– hann fjaldi míni mistøk,
stóra tørv mín sá.

2. Sum seyður var
eg vilstur, burtur gøtan bar,
eg sjálvur valdi mína egnu leið.
Ta skuld og háð,
á mínum hjarta, sinni lá,
tók Sonur Guds, seg sjálvan spardi ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin