Guds náði er botnleys

Orð: Annie Johnson Flint
Lag: Hubert Mitchell
Týtt: Meta av Fløtum (ørindini) og Svenning av Lofti (niðurlagið)

Hann gevur meir náði, tá byrðin gerst tyngri,
er stríðið ov svárt, er hann við vára lið.
Í stórari kreppu hans miskunn er størri;
í margfaldum royndum hann gevur sín frið.

Guds náði er botnleys, ómáldur hans friður,
og aldri hans megi kann svinna avstað;
tí av sínum veldigu, ævigu skattum
hann gevur og gevur og gevur hvønn dag.

Tá vit eru ovbyrjað, orka ei meira,
útlúgvað og gevast á hálvari leið;
ei ment eru longur í stríðnum at standa,
Gud styrki tá sendir, hann svíkja kann ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin