Guds náði, hon er sum eitt veraldarhav

Victor Danielsen
Orð: Albert B. Simpson
Lag: Russel Kelso Carter
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds náði, hon er sum eitt veraldarhav,
so botnleys og endaleys víð;
lat ganga tí teymin, høgg landtogið av,
og legg út, har ið náðin er frí!

Niðurlag:
Legg út, legg út á hav,
høgg av, hvat forðar tær,
legg út, legg út, út á Guds náðihav!
Einki tær fattast har.

2. Men mangur enn liggur við teymin í dag;
hann havið av náði víst sá,
men torir ei loysa og halda avstað,
og kann tí ikki hvíluna ná.

3. Ein annar, hann loysir, men drálar tó, har
sum stilli og deyðavatn er;
hann ræðist, tá havið hitt víða hann sær,
og hann ivast, um náðin hann ber.

4. Nei, sælur tann maður, sum ivast ei her,
men sleppir fortoyning í dag!
Hann sælur skal síggja, at náðin, hon ber,
og hans troyttaða sál verður glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin