Guds náði, hon er undurfull

Orð: Malla Joensen
Lag: Carl P.E. Bach, Handel Parker

1. Guds náði, hon er undurfull
og meiri verd enn góðs og gull;
takk, at tú okkum hevur vart,
takk, at tú hevur lív várt spart!

2. Takk fyri, vit ta longu tíð
við vinum fylgdust heimi í,
takk fyri øll, sum kenna teg,
við okkum ganga lívsins veg!

3. Vit lov og tøkk nú syngja tær,
at tú so trúgvur okkum var
ígjøgnum hesi mongu ár –
um runnið hevur mangt eitt tár.

4. Takk fyri gleði, sorg, tú gav,
takk fyri djúpa náðihav,
takk fyri sólskin, toku við,
takk, at tú ert við vára lið!

FavoriteLoadingGoym tekstin