Guds náði meg ber, tá eingin vón er longur

Orð: Lydia Lithell
Týtt: Hanus M. Hansen

1. Guds náði meg ber, tá eingin vón er longur,
og ivi, ræðsla tyngja mína sál.
Og tá ið so heimurin ein dag forgongur,
av náði Guds eg náa skal á mál.

Niðurlag: Ja, náðin, hon ber, Guds endaleysa náði,
ígjøgnum Kristi blóð eg frelsu fái.
Bert hetta eg veit, og tað mín friður er:
Guds náði ber, Guds náði meg ber.

2. Av náði eg skal inn í Guds ríki stíga,
tí sálin bjargað er, halleluja.
Men deyða og bann mín Jesus mátti líða,
tá fyri meg hann hekk á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin