Guds orð er ogn og arvur tann

Nikolaj Frederik Severin GrundtvigMartin LutherVictor Danielsen
Orð: Nikolaj Frederik Severin Grundtvig (1. ør.) og Árni Jacobsen (2. ør.)
Lag: Martin Luther
Týtt: Victor Danielsen (1. ør.)
Upprunaheiti: Guds ord det er vort arvegods

1. Guds orð er ogn og arvur tann,
vár ætt, várt avkom eigur;
Gud gev, um okkum sigast kann,
at vit tí vístu heiður!
Tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð;
hoyr, Harri vára bøn,
veit okkum hesa løn,
at ættin orðið arvar!

2. Lat hetta orð og arvin tá
í sál og sinni búgva,
so hann vit mega líta á,
í øllum lutum trúgva,
hann ikki skammast við,
men við hvørt lívsins stig
trúgv søkja Harrans ráð,
so ein og hvør tað sá
– tá ættin orðið arvar!

FavoriteLoadingGoym tekstin