Guds orð og lyfti ei kunnu svíkja

Orð og lag: Johan Holmstrand
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds orð og lyfti ei kunnu svíkja,
nei, fast tey standa, um fjøll enn falla;
um aðrir stuðlar enn detta, víkja,
Guds lyfti svíkja ei tá.

Niðurlag: Guds lyfti halda, hvat enn eg missi,
hvat enn ið brestur, tey bresta ei;
um stjørnur blankar enn sløkna allar,
Guds lyfti svíkja aldri, nei!

2. Guds lyfti halda í neyðartíðum,
um mótið svíkur, og vónin víkur,
um hjartað troyttast í heitum stríðum,
Guds lyfti svíkja ei tá.

3. Guds lyfti halda, tá lívið følnar,
tá fepur brennir, og deyðin nærkast;
hans hond meg styðjar, tá ennið kølnar,
Guds lyfti svíkja ei tá.

4. Guds lyfti halda, tá nátt skal lætta,
og Harrans rødd tey í grøv skal kalla;
tá hann har uppi skal krans mær rætta,
Guds lyfti svíkja ei tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin