Guds Sonur, í Getsemane

Orð: Oluffa Bærentsen

1. Guds Sonur, í Getsemane,
mín sál teg hevur sæð,
blóðsveitta, kvøl og angist tín,
tá tú lá har á knæ!

2. Á krossins planka negldur fast
tú fyri øllum bað:
Teim fyrigev, tey skilja ei,
hvat tú gert her í dag!

3. Guds sigursprógv – tú reistist upp
av deyða, Jesus mín!
Við blóð títt sál mín, keypt til Gud,
er nú í ævir tín.

4. Áh, dýrabari Frelsari,
eg má tilbiðja teg,
at tú í dóm og deyða gavst
teg sjálvan fyri meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin