Guds Sonur steig úr dýrdini í henda myrka heim

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Ira Forest Stanphill

1. Guds Sonur steig úr dýrdini í henda myrka heim
at loysa bundnar syndarar og frelsu vinna teim.
Í garðinum hann stríddist í einsemi á knæ,
í deyðakvølum, har hann lá og bað:
“Tak frá Mær henda kalik, á, Faðir, biði Eg,
tak burtur hesa angist, ið gongur yvir Meg!
Men er tað ikki gjørligt, tá veri vilji tín,
og kæri Faðir, ikki vilji Mín!”

2. So gekk hann hina trongu leið heilt út á Golgata,
tí annar útvegur var ei at strika skuldina.
Á krossin varð hann negldur, í myrkri hekk hann har;
vár syndaskuld til fulnar rindað varð! Hann rópti:
“Tað er fullgjørt!”, burt skuldarbrævið var!
Hann negldi tað á krossin, tí syndina hann bar!
Við sínum egna deyða hann deyðans fúrsta sló
og triðja dagin upp við sigri stóð!

3. Nú situr hann í Himlinum og dýrdargjørdur er!
Og navnið yvir øllum øðrum nøvnum Jesus ber!
Hann biður fyri sínum, hann førir tey á mál
og frelsir teirra anda, likam, sál! Nú skjótt hann
kemur aftur við yvireingils rødd, hans veildisróp
tey kallar, hvar enn tey eru stødd. Í einum eygna-
bragdi, við síðsta lúðurin, hann flytur okkum inn
í Himmalin!

FavoriteLoadingGoym tekstin