Guds stóra náði

Orð og lag: Antonio Neal, Marshall Hall, Sam Mizell
Týtt: Árni Jacobsen

Hvat skalt tú siga teimum, ið kenna, tey mistu alt,
kenna, sum kring tey tykist alt so myrkt og kalt?
Hvat sigur tú teim, ið vrakað og nívd kenna seg?
Royna sín egna mátt at leita sær semju, sátt –
at finna himmalveg.

Hvat sigur tú við tann á myrku leið,
ið heim til húsa finnur ei,
og alt hjá honum farið er á glið?

Ei finst tann dalur, ei finst tað myrkur,
ei sorg er til, ið størri er enn Jesu náði.
Ei nøkur løta, ei nakar teinur,
ei saknur, har ei Jesus leiða kann.

Um tú heldur, tú ei frelsu verdur er,
so gloym ei, stóra náði Guds trygt teg ber.

Hvat sigur tú við onkur, hvørs lív sum áin fer,
tey vita ei, hvat verður, tá ið lívið liðið er.
Hvat sigur tú við tann, sum sær
bygdi verndarmúr mót tær,
so gleðiboðið treyðugt honum nær.

Um tú heldur, tú ei frelsu verdur er,
so gloym ei, stóra náði Guds trygt teg ber.

Tær berist nú
fagnarljóð,
gleðiboð:
Ei tú eina ert, ei tú eina ert!

Um tú heldur, tú ei frelsu verdur er,
um tú heldur, tú ei frelsu verdur er,
so gloym ei, stóra náði Guds trygt teg ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin