Guds stóri, ríki kærleiki

Victor Danielsen
Orð: Arthur Playle
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds stóri, ríki kærleiki,
hann fløðir fram, hann fløðir fram;
hann leingi var mær ókendur,
hann fløðir fram, hann fløðir fram.
Guds kærleiki mítt hjarta vann,
tá fyrst eg fekk at síggja hann;
tí lív og frið eg harí fann,
hann fløðir fram, hann fløðir fram.

Niðurlag: Hann fløðir fram, hann fløðir fram,
Guds kærleiki, hann fløðir fram;
har síggi eg hann, sum hann er,
hann fløðir fram, hann fløðir fram.

2. Hann grøðir hvørja sorg og sút,
hann fløðir fram, hann fløðir fram,
og loysir meg úr leinkjum út,
hann fløðir fram, hann fløðir fram;
har vísir faðirhjartað seg
og barnaálit lærir meg;
hvørt ár, ið gongur, ríkari
hann fløðir fram, hann fløðir fram.

3. Guds kærleika eg livi í,
hann fløðir fram, hann fløðir fram;
hann elskar nú og alla tíð,
hann fløðir fram, hann fløðir fram;
ei ódnin hørð, ei bylgjan há
kann Jesusi meg skilja frá;
hans kærleiki, eg líti á,
hann fløðir fram, hann fløðir fram.

FavoriteLoadingGoym tekstin