Guds Syni prísi eg

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: Hans G. Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

1. Guds Syni prísi eg,
mín hvíld er náði tín,
og hjarta, varrar uttan frykt
tann Harra kalla mín.

2. Við krossin ivin svann;
hans grøv eg legði í
ta myrku vantrúnna, sum fyrr
mær voldi so nógv stríð.

3. Guds náði prísi eg,
og hon er alt mítt rós;
eg eri hans, og hann er mín,
mín Gud, mítt lív, mítt ljós.

4. Í honum bert er gott,
í mær býr eina ilt,
men harí tína góðsku tú
enn meiri vísa vilt.

5. Mín frelsa er í tær,
og synd burt tekur tú;
eg elski, tí tú elskar meg,
títt lív mítt lív er nú.

6. Mítt lív í tær er fjalt,
og deyðin fór avstað,
burt svunnu míni myrku skýggj,
mín midnátt varð til dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin