Gulldaman

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg havi gingið mær oman á skansan.
Sett meg til rættis á einum beinki.
Tikið tann hvíta posan við mær.
Ja, nú skal mín dagur njótast.

Her plagdu vit altíð at sita fleiri,
og pilka gull av tínum kroppi.
Men nú eru teir allir farnir sín veg.
Vóru teir ov vaksnir fyri meg.
Men eg havi stadigvekk teg, mín gulldama.
Og tú hevur stadigvekk meg mín gulldama.
Ja, eg havi stadigvek teg mín gulldama.
Og tú hevur stadigvekk meg mín gulldama.

Eg veit ikki, um eg tími meir.
Veit ikki, um eg orki meir.
Veit ikki, um eg klári meir.
Eg veit ikki, um eg orki meir.
So tit kanónir, skjót meg út í fjørðin,
tí eg drukni skjótt meg sjálvan í drukk.

Skjót meg út har, hinir blivu skotnir.
Kann daman sleppa at koma við mær?
Við mær?

Síðan gongur leiðin oman í býin.
Í plantasjuni finni eg mær ein bonk.
Eg heilsi uppá mannin, sum druknaði.
Og hann teskar mær í oyrað.

Skulu vit deila tína gulldamu x4

Eg veit ikki, um eg tími meir.
Veit ikki, um eg orki meir.
Tími ikki at drekka meir
Eg fari at roykja fleir.

FavoriteLoadingGoym tekstin