Gullkálvavalsurin

Orð og lag: Kári P.

:,: Vit dansa um gullkálvin
dag eftir dag:,:
kom og siggj okkar stev
kom og hoyr okkar lag
vit dansa um gullkálvin dag um dag

1. Hey villini lamb
kom og hoyr okkar sang
tínum trupulleikum geva vit ans
tín sjálvpínsla hatar teg
vil tí ei lata teg
trína í gullkálvadans
tú prædikar javnan um “frælsi”
men hvat kann man brúka tað til?
frælsi at velja
hvat tú skalt selja
teg sjálvan og frælsi títt til
kom og tak kjansin
og trín upp í dansin
:,: og dansa um gullkálvin dag eftir dag :,:
lat meg síggja títt stev
lat meg hoyra títt lag
kanst tú dansa um gullkálvin dag eftir dag?

2. Hey nýklakta vøra
lat hond mína føra
teg inn í várt gullparadís
væl reinsað og kenslurnar lagdar á ís
so tú gevur lokkandi prís
og hví – jú alt gelt er
sum ei rationelt er
tað síðan væl elt er
til hámarksprís selt er
andlit títt lýsir av gyltari glæmu
tey kenna teg slett ikki meir
so nú fært tú kjansin
í gullkonkurransuni
og :,: dansa um gullkálvin dag eftir dag :,:
kom uppí
eingin tíð
er at spyrja um hví
vit dansa um gullkálvin til æviga tíð.

3. Skal kálvurin røkjast
má ferðin jú økjast
hóast onkur um koll farin er
skulu vit drassa tey
lata tey nassa, nei
so missir dansurin ferð
tú spyrt hvat ið skett er
tað er muran ið grettir
til-í-erva-bilettir
ella nervatablettir
tað styrkir balansin
so aftur í dansin
og fótur á speedara er
– og nú má jú sparast
so betur kann lærast
at :,: dansa um gullkálvin dag eftir dag :,:
kom uppí
eingin tíð
er at spyrja um hví
vit dansa um gullkálvin til æviga tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin