Gýðja

Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
Lag: Rani Nolsøe

Gevið ljóð og lýðið á
meðan eg kvøði um gentuna
sum eg hitti á Trøllanesi á sinni
Huldislig og undurvøkur
millum trøllakampabløðkur
sá eg fyrstu ferð tað bráið
sum í mær hevur sátt tað sáðið

Men Gýðja loypti split í dansin
og har stóð eg og hon tók kjansin
og streyk við øllum gleiminum
– á gomlu trettandunátt

Men sum í einum kappakvæði
vit aftur funnu rætta lagið
sum á gomlu trettandu á sinni
Ótu døgg av mánalýsi
Sungu saman álva vísu
Og eg sá í skugga leiki
har eg vilstur altíð reiki

Men Gýðja loypti split í dansin
og har stóð eg og hon tók kjansin
og streyk við øllum gleiminum
– á gomlu trettandunátt

Men gevið ljóð og lýðið á
meðan eg kvøði um gentuna
sum eg fann á Trøllanesi
– á gomlu trettandunátt

FavoriteLoadingGoym tekstin