Gyltu ljósakrúnurnar

Orð og lag: Ted Harris
Týtt: Martin Joensen

Gyltu ljósakrúnurnar lýsa upp tín veitslusal
og løtuvinir njóta málninganna litaspæl.
Men mann tann mannafjøld, ið fagnar tær í kvøld,
varnast tíni tár, tá ið sløknaðar eru ljósakrúnurnar.

Millum tínar fínu vinir treivst eg ei,
og tað eyðsýnt var, at skjótt eg mátti fara aðra leið.
Tí tú kjósaði tóma veitslurómin har í glæstriborg,
eingin kundi volt hjarta mínum størri sorg.

Eg síggi teg í miðlunum, – tú sært gott út,
tó, tú tykist køld í stjørnufjøld, manst tú kenna sút?
Handan kulan stíl hómast fánað smíl, jú, eg kenni teg.
Vina mín, kom heim, lat títt hjarta vísa veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin