Hákun í Noregi, konungur vár

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Fólkalag

1. Hákun í Noregi, konungur vár,
fór foldum frá.
Sonurin fell eftir átjanda ár
á deyðastrá.
Margreta drotningin Danimørk tengdi;
ilskin sat týskurin, eyguni rengdi;
men valdið fekk Danmørk í Føroyum.

2. Drotningin doyði, tann tíð var eym,
og pestin gekk,
Danmørk seg skeyt undir týskan streym,
so mun tað fekk.
Føroyingar tráan í landsynning kaga,
lítil kom hjálpin, men mangt bar til skaða,
tá danskurin ráddi í Føroyum.

3. Hjaltland og Orknoyar, Noregs lond av
av fornu tíð,
Grønland og Ísland vóru gyrd í bond
og Føroyar við.
Hjaltland og Orknoyar fóru í panti,
landafæ oyddist í ónyttufjanti;
men valdið helt Danmørk í Føroyum.

4. Vont var í Føroyum – eg siga vil,
sum sagt er frá. –
Fremmandir stýrdu, sum best bar til,
teir lógu á.
Jørðum, sum kirkjan og skúlarnir áttu,
alt fingu prestar og aðrir, sum máttu
her hjálpt væl til framburð í Føroyum.

5. So saman við Danmørk vit hoyra enn,
tað er harvið.
Mangt gott unna okkum teir donsku menn
við sína lið.
Tó lítið vit okkum til danskan sið hevja,
men móðurmálið vit nýta og krevja,
tí tað hóskar best her í Føroyum.

6. Ein var tann tíðin, vit trúðu á gand
og trøll so smá;
men nú eru eyguni meira tilvand
og fult so trá.
Hví skal alt ljósið í landsuðri liggja?
Heldur vit runt alla havsbrúnna hyggja;
harav birtist ljósið í Føroyum.

FavoriteLoadingGoym tekstin