Haldið áfram! – so ljóðar enn kallið frá Guð

Orð og lag: Juno Larsson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Haldið áfram! – so ljóðar enn kallið frá Guð’,
haldið áfram til lyftisins strond.
Til Kána’an tú nært, um tú heldur Guðs boð,
væl leiddur av Guðs sterku hond.

Niðurlag: Hann almáts Guð er, Hann almáts Guð er,
sig, hví óttast tú tá hvar tað ber?
Hann víst er tær hjá,
sig, hví óttast tú tá,
tá Hann almáts, ja, almáts Guð er?

2. Eins og Ísrael hav fyri framman tú sært,
fyri aftan sært Farao’s her;
gakk tó framá í trúgv, einki forða kann Guð’,
tí Hann almáts, ja, almáts Guð er.

3. Tú av hita í oyðimørk tystandi ert,
tú knarrar um mótgongd og sút;
men tala til klettin sum Móses í trúgv,
og keldan so frísk floymir út!

4. Á, ein signaðan dag nátt er Himmalsins land,
hesi jørð brátt eg fara kann frá.
Eygað tekkir við longsli ta himmalsku strond,
so Guð hjálp mær í trúgv halda á.

FavoriteLoadingGoym tekstin