Haldið fram í fylking

Orð: Sabine Baring-Gould
Lag: Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Maurentius Sofus Viðstein

1. Haldið fram í fylking
allir Harrans menn,
Jesu Kristi krossur
veittrar okkum enn!
Krist, vár kongur stóri,
leiða okkum skal,
síggið sigursmerkið
bleiktra hátt og væl!

Niðurlag: Framá, Kristi stríðsmenn,
sigur vinnast kann,
sjálvur Jesus Kristus
fyrsta stríðið vann!

2. Undan sigursmerki
fer hin óndi tá.
Kristi stríðsmenn skulu
stóran sigur fá.
Heljar skansar falla,
og vit rudda slóð.
Brøður, hevjið røddir,
syngið sigursljóð!

3. Harrans kirkja stevnir
fram, eitt valalið,
á tí leið teir halgu
stigu síni stig.
Vit teim skulu fylgja,
vón oss hava veitt,
øll í trúgv og vón og
kærleik’ eru eitt.

4. Trónur skulu falla,
týnast lond í stríð,
Jesu Kristi kirkja
stendur alla tíð.
Aldri heljar grindir
muna nakað her.
Kristus enn sum áður
skjøldur okkum er.

5. Framá, fólk á foldum,
fylkist fólk so mong!
Takið nú øll undir,
syngið sigurssong!
Allar einglarøddir
syngja við so vist:
Lov og tøkk og heiður
havi Jesus Krist!

FavoriteLoadingGoym tekstin