Halganarklæðið hevði eg mist

Hallgrímur PéturssonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Hallgrímur Pétursson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur á halvarðsøku í 2009.

Halganarklæðið hevði eg mist,
mátti tí nakin standa,
Ádam voldi tað alrafyrst,
arvin mær læt til handa,
syndabúna eg baldist í,
ósømd og vanæra stóðst av tí
við alskyns váða og vanda.

Blúgskapin burtur Jesus bar,
beran hann læt seg pína,
rættlætis klædning keypti mær,
kann so fagurt at skína.
Skýli mítt javnan er for vist
undir purpukápu Krists,
har hylji eg misgerð mína.