Halgi Andi, hjálparmaður

Ludvig Mathias Lindeman
Orð: Jakob Magnussen
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. Halgi Andi, hjálparmaður,
boð um frelsu til mín bar,
ger, at eg kann vera glaður,
ljós av nýggjum sál mín sær.

2. Lat tí farið vera farið,
øll mín skuld til kross er soymd,
eg ei fyri hana svari,
tí av Guði er hon gloymd.

3. Tí skal sangur treystur ljóða,
meðan einglar syngja við,
lov og tøkk til drottin góða,
sum gav hjarta mínum frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin