Halgi Andi, kom tú brátt

Týtt: Símun av Skarði

1. Halgi Andi, kom tú brátt!
Lýs tú gjøgnum myrku nátt
við Guðs morgunroða!
Til várt heita hjartalag
legg tú, Harri, títt í dag,
so at tungur loga.

2. Sálarhirði, tú sum best
mannahjartað hevur fest,
kom til oss við megi!
Gev Guðs frið í stormi, stríð,
trúgv og treyst í trongu tíð!
Sløkk tú sorg við gleði.

3. Iva hjálp tú okkum frá,
sælu tína lat oss sjá,
sum á andan treysta!
Kenna dygt, at uttan teg
tómt er alt á heimsins veg,
agnar bert at heysta.

4. Treyst og álit okkum ver!
Kaldan kærleik heitan ger!
Verj mót villa eldi!
Ger mær sál og hjarta gløgg!
Svali meg tín morgundøgg,
vatn úr lívsins keldu.

5. Lat tú, sum ert okkum alt,
lívsins blómuskrúð so balt
yvir leiðið grógva!
Og við kirkjugarðsins grind
burt rek hvørja skuggamynd,
sum vil ljósið krógva.

FavoriteLoadingGoym tekstin