Halgur, halgur, halgur! Harri, Guð alvaldi!

Orð: Reginald Heber
Týtt: Edm. í Garði

1. Halgur, halgur, halgur! Harri, Guð alvaldi!
Árla á morgni vár songur ljóða skal:
Halgur, halgur, halgur! Náðibrunnur baldi!
Faðir, Sonur, Andi, alt tú gjørdi væl!

2. Halgur, halgur, halgur! syngur frelstur skari,
fylkist um Guðs trónu tann fjøldin uttan tal.
Upp til tín av foldum lovsongur nú fari,
tú, sum vart og ert og um ævir vera skal!

3. Halgur, halgur, halgur! Ljósið er títt ríki,
sjálvt um syndugt eyga kann tína dýrd ei sjá.
Eina tú ert halgur, eingin er tín líki,
fullkomin í mátti, reinleika og náð!

4. Halgur, halgur, halgur! Harri, Guð alvaldi!
Himmal, jørð og hav skulu prísa navn títt hátt.
Halgur, halgur, halgur! Náðibrunnur baldi!
Faðir, Sonur, Andi, eigur allan mátt!

FavoriteLoadingGoym tekstin