Halleluja syngur í mínum hjarta

Orð: Petur William Háberg
Lag: Ókendur

1. „Halleluja“ syngur í mínum hjarta,
meg Jesus frelsti, sál mín er frí,
burtur er nú myrkrið, tí sólin bjarta
birti „ljós á kvøldartíð“!

Niðurlag: Halleluja, eg elski Jesus,
tað er so herligt at kenna hann,
áh, kom til Jesus, hann vil teg frelsa,
ein fullan frið einans hann tær geva kann.

2. Verðin roynir sálir til sín at draga,
men aldri gav hon hjartanum frið,
einans Jesus fult út kann sálir gleða,
í lívi og í ævir við.

3. Undurfult og stórt er Guds barn at vera,
hann gevur kraft til sigur hvønn dag,
hvørja byrði býður hann sær at bera,
syng, mín sál, í gleðilag.

4. Syng, áh, syng tú frelsti um hesa gleði,
sum tú ein dag á Golgata fann,
latið lovsong brúsa á himmalvegi,
prís til hann, sum sigur vann!

FavoriteLoadingGoym tekstin