Hált í støðum

Orð og lag: Martin Joensen

á veg norður eftir oyggj
ein ísakaldan januarmorgun
ein harubangin hara støkkur út úr myrkrinum
og tú fært ikki steðgað
ein útvarpsrødd ið messar
hált í støðum
so hált
hált í støðum

í gjárkvøldið var aftur galið
tú segði aftur alt ov nógv
alt ov nógvir skarpir hvestu tunguna
og hóast hon græt
so fekst tú ikki steðgað
hált í støðum
so hált
hált í støðum

komin í kollafjarðardal
vendir tú tínum gjøgnumtærda mazda
heldur fast um rattið og bítur saman tenn
eina roynd afturat
ein útvarpsrødd ið messar
hált í støðum
so hált
hált í støðum

FavoriteLoadingGoym tekstin