Halt mær, kæra naglamerkta hond

Orð og lag: John W. Peterson
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Halt mær, kæra naglamerkta hond,
ber meg trygt ígjøgnum lívsins lond.
Leið meg hesa vandafullu leið,
leið meg fram og villast lat meg ei.

Niðurlag: Halt mær fast og leið meg fram,
halt mær fast, ja, leið meg fram,
ber meg gjøgnum sorgir, gjøgnum gleim,
inntil skeiðið runnið er,
inntil stríðið vunnið er,
leið meg fram,
til dýrdin er mítt heim.

2. Einsamallur fram ei finni eg,
tú veitst ráð, tú kennir lívsins veg.
Tá í Himli alt er vorðið væl,
kross mín eg við kransin býta skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin