Hálvgum mestsum ov

Orð og lag: Kári P.

kom og trív í gamlar dagar
tá alt var so sára gott
seggja søgur um skreytir frægar
og mergjaðan manndómsmátt
tú føddist í moll men spældi dur
á mítt klaviatur
eg gjørdist hálvgum – mestsum trubadur

sigldu fyri fullum seglum
yvir lagnunnar stormandi hav
uttan kumpass ella siglingarreglur
bara heysin undir kav
á lívsins botni vit møttust bæði og
sviku sætta boð
soeiðis hálvgum – men tó mestsum ov

segði teg vera ímóti vápnum & bilum & fólki sum mær
men grivin gessur gerst funnin fressur
skiftir ham tá ongin sær
í tínum grøna trog var dagsins tilboð
okkurt biodynamiskt soð
altíð hálvgum – men tó mestsum ov

mennist tá tú tókst meg í tokutalu
og segðist vera vorðin frelst
lastaði meg fyri líkasælu
tá eg viðmerkti “tað ert tú helst”
tí eg visti at tú trúði bæði á trónd & sigmund & hannsjálvan superman á flog
vart tú hálvgum – so vart tú mestsum ov

so nú standi eg her tó eg kann so mangt annað
men kósin hon er enn ikki sett
eystur – vestur – suður – ella – norður – eg má sanna
at tað hjálpir bert at keypa bilett
og um trúgvin ikki longur flytur øll tíni fjøll
so havi mín gamla spaka við
gravi holur
har vit fáa frið

FavoriteLoadingGoym tekstin