Hálvmánin stendur yvir Áli hátt

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hans Arvesen

1. Hálvmánin stendur yvir Áli hátt,
um Eystnes brýtur brimið á vetrarnátt,
og hann, ið siglir knørr henda ódnarsjógv,
má fara fram við skili og handahógv -.
Men tað ger Magnus Heinason.

2. Hoyr skotini tey gella um brotna rá,
og skipini tey søkka í rodna vág.
Á bunka stendur garpur á hetjuhátt.
Jú, her er hildarleikur á vetrarnátt.
Her sigrar Magnus Heinason.

3. Og hvør gekk óttaleysur á deyðans pall
og mælti, áðrenn høvur for høggi fall:
“Halt væl um hefti, maður, og vita tað,
mær nærri svørð var svíra enn henda dag.”
Tað gjørdi Magnus Heinason.

4. Um hann skal kvæði ljóða og hansar’ brøgd,
og fyri hvørjum barni er søgan søgd.
So leingi aldan her dregur út og inn,
vit minnast hansar’ dirvi og hetjusinn.
Vit minnast Magnus Heinason.

FavoriteLoadingGoym tekstin