Hammershaimb

Orð: Janus Djurhuus
Lag: Rani Nolsøe

Navnið eitt eg veit, í klettum ritað
Lýsir gylt, nú nærkast hvildarkvøld;
Mildar vættrar tendraðu ein vita
Føroyum stjørnuleið frá øld til øld

Fáir finnast frægir her á foldum
Følnar, sprettur ævugt ætta øld
Flestra manna lív er rit í moldum
Támut søga, tá ið endar øld

Navnið eitt eg veit, í klettum ritað
Lýsir gylt, nú nærkast hvildarkvøåld;
Mildar vættrar tendraðu ein vita
Føroyum stjørnuleið frá øld til øld

Mildar vættrar tendraðu ein vita
Føroyum stjørnuleið frá øld til øld

FavoriteLoadingGoym tekstin