Hann elskaði meg fyrst

Orð og lag: T. O. Chisholm
Týtt: Jóhan við Neyst

Hann elskaði meg fyrst,
og tað var tí hann doyði í mín stað.
Hann tysti, gav upp anda sín.
Hans kærleiki kom fyrst til mín.

Tað nam meg ei, sjálvt um at eg,
sá Jesus doyggja fyri meg.
Sum harðnað stál mítt hjarta var,
ei búði nakað gott í mær.

Ótakksamur eg burtur rann,
og lætst sum ei, eg hoyrdi hann.
Eg spottaði mín Frelsara
hin líðandi og krossfesta.

Men dagur kom, tá eg á knæ
við Jesu føtur græt og bað.
Og navn mítt var á klettin rist,
tí at hann elskaði meg fyrst.

FavoriteLoadingGoym tekstin