Hann gevur meir náði, tá byrðarnar tyngjast

Orð: Annie Johnson Flint
Lag: Hubert Mitchell
Týtt: Meta av Fløtum (ørindini) og Øssur Berghamar (niðurlagið)
Upprunaheiti: He giveth more grace

1. Hann gevur meir náði, tá byrðarnar tyngjast,
hann styrkir enn meir, tá ið tung gerast stig.
Er kreppan enn stór, er hans miskunn enn størri;
um royndirnar økjast, hann økir sín frið.

Niðurlag: Guds náði er botnleys, ómáldur hans friður,
og aldri hans megi kann svinna avstað;
tí av sínum veldigu, ævigu skattum
hann gevur og gevur og gevur hvønn dag.

2. Tá vit eru ovbyrjað, orka ei meira,
útlúgvað og gevast á hálvari leið,
ei ment eru longur í stríðnum at standa,
Gud styrki tá sendir, hann svíkja kann ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin