Hann glógvar eins og Surturs bjarti logi

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Tjaldursunga beyð hin lagna harða

1. Hann glógvar eins og Surturs bjarti logi
og litar hav, hin gylti morgunroði.
Sum ljóð í silvurstreingjum
er havsins bárubrot,
sum suð av stórum veingjum
kenst unga morgunlot.
Yvir land fuglaflokkur flýgur,
fram úr nátt fjallatindur stígur,
boðar dag.

2. Men dalur enn í dýrdarfriði svevur,
og dimmið vald í bygd og býli hevur.
Tað er so hátt til tindar,
til havs er leiðin long,
og sólargeislin blindar,
og smáttan gerst ei trong.
Durvar alt tí í tryggum dvala,
einki lív, – eingir hanar gala.
Dreymavald.

3. Tað kvøður frítt um gull og gyltar salir
og tónar vænt og fagurt gjøgnum dalir –
tá klárna allar líðir,
og blonk gerst hvør ein á;
og morguntímin fríður
fer fram um gil og lág,
sveipar sól, sjálvt um minstu túgvu,
fríðkar tún, skyggir inn at grúgvu,
vekur menn.

4. Men dagsins verk er torført fyri mongum
og vont at halda fram í skorum trongum,
tí drála mangir; – aðrir
tó taka tól í hond
og rudda rás og gøtu,
nú dagur er í nánd,
fylkja seg, standa fróir saman,
síggja, bjørt lýsir morgunglæman,
vilja verk.