Hann Janus

Jeppe AakjærCarl NielsenChristian Matras
Orð: Jeppe Aakjær
Lag: Carl Nielsen
Týtt: Christian Matras

1. Hvør situr aftan skjólið
og hevur vavt um hond,
við leðri fyri eyga,
og ber um skógvar bond,
tað er hann sjálvur Janus,
sum av tí naknu neyð
við hamri lýtur skapa
úr hørðum gróti breyð.

2. Og vaknar tú á morgni
við fyrsta hanagal
og hoyrir hamarsljóðið
at glinta sum eitt spæl,
tað er hann sjálvur Janus
við síni gomlu bein,
sum slær við neistaroki
hin morgunváta stein.

3. Og ekur tú til bíggjar
á ríka manna hátt
og møtir ellismanni,
hvørs eyga tykist vátt –
tað er so víst hann Janus,
ber hálm um bein og knæ,
hann neyvan veit at finna
mót frosti lívdarstað.

4. Er ælingur og vindur,
tá heim ber leiðin tín,
og kvøldsins stjørna kulsin
í útsynningi skín,
og ljóðar hamarshøggið,
tá vagnur tín er nær –
tað er so víst hann Janus,
sum situr enn og slær.

5. So slættaði hann gøtur
hjá øðrum við hvørt bil,
men tá ið leið mót jólum,
tá segði armur til;
tað var hann sjálvur Janus,
sum misti hamar brátt;
teir bóru hann um heiðar
ta køldu vetrarnátt.

6. Á kirkjugarði stendur
eitt gamalt fúnað træ,
er halt og illa málað,
sum onkur hevur sæð.
Har liggur sjálvur Janus.
Hans lívsleið lá um stein,
men tá ið hann var deyður,
gav eingin honum ein.

FavoriteLoadingGoym tekstin