Hann kann aldri, aldri svíkja

Orð: Mary W. Booth
Lag: Harold Green
Týtt: Victor Danielsen

1. Hann kann aldri, aldri svíkja;
meiri er hann vorðin mær,
enn í øllum ljósum dreymum
hjartað kundi hugsað sær.
Og sum eg hann longur kendi,
so eg meir hann trúgvan fann,
:,: og tí leingist mær, at onnur
skulu koma at kenna hann. :,:

2. Hann kann aldri, aldri svíkja;
tá í syndini eg lá,
tók hann skomm og straff og pínu,
legði alt seg sjálvan á.
Og hans kærleiki, tað veit eg,
líka heitur er í dag;
:,: leidd av honum, við hans síðu,
gongur sál mín trygg og glað. :,:

3. Hann kann aldri, aldri svíkja;
skjótt hann kemur eftir mær;
Andi hans og orð, tey vitna,
at hans koma nú er nær.
Og um spottarar enn siga:
Hvar er lyftið vorðið av!
:,: hvílir tó mín sál, mítt hjarta
í tí orði, hann mær gav. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin