Hann leiðir meg; áh, sæla troyst

Orð: Joseph H. Gilmore
Lag: William B. Bradbury
Týtt: Jens av Reyni
Upprunaheiti: He leadeth me

1. Hann leiðir meg; áh, sæla troyst,
mín sál er trygg, frá ótta loyst.
Við gleði gangi eg mín veg,
tí Harrans hond, hon leiðir meg.

Niðurlag: Hann leiðir meg, hann leiðir meg,
ja, Harrin Jesus leiðir meg.
Burt av hans veg ei fari eg,
tí Harrin Jesus leiðir meg!

2. Um náttarmyrkur fellur á,
um brotið mikla hart kann slá,
til Himmals trygt tó nái eg,
tí Harrans hond, hon leiðir meg.

3. Eg líti á hans sterka arm,
eg hvílu fái við hans barm.
Um toka villa kann mín veg,
tó – Harrans hond, hon leiðir meg.

4. Skjótt enda skal alt stríð á fold,
og skal eg enn í svørtu mold,
tá trygt í deyðan fari eg;
tí Harrans hond, hon leiðir meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin