Hann leitaði í náði

Orð: W. Spencer Walton
Týtt: Salomon J. Joensen og Johs. Andr. Næs

1. Hann leitaði í náði,
meg syndafalnan fann,
eg møddur var og meiddur,
men hann mær sælu vann;
Guds einglar allir sungu tá
og Himla hørpur leiktu á.

Niðurlag: Náði, at hann fann meg,
náði, at hann vann meg,
náði, at hann bar meg heim til sín!
náði, at hann bar meg heim til sín!

2. Mær sár hann mundi tváa,
mær veitti lívsins vín,
so eymliga mær segði:
»Tú ert um ævir mín!«
Hans rødd var Himla fagra ljóð,
og sál mín sang í Gudi fró.

3. Hann vísti mær á merki,
í hond og lið hann bar;
at gjalda mínar syndir
so svárt tað honum var.
Eg fati ei, tó trúgvi eg,
hann elskar syndarar sum meg.

4. For ásjón hans eg livi
í sælu og við frið,
á lívsins hálu gøtu
mær Jesus fylgir við,
og ævin øll er ei ov long
at syngja honum takkarsong.

5. Og meðan dagar renna
og hvørva eins og æl,
eg bíða vil í tolni,
hann koma aftur skal;
sum brúður hann meg tekur tá
at liva altíð Gudi hjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin