Hann livir! Gleð teg, andi mín

Orð: J.O. Wallin
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Hann livir! Gleð teg, andi mín,
uppstaðin er nú Harri tín!
Hann deyðans megi yvirvann,
hans rødd nú aftur hoyrast kann
at lívga tað, sum fyrr var kalt;
hann livir, og tú liva skalt!

2. O, lýð so á hans orð við gleim,
tú vallari til betri heim,
sum lítla stund her roynast má,
reis høvur upp og fróur sjá,
at brátt er endað stríð títt alt,
hann livir, og tú liva skalt!

3. Tú sál, sum vart í syndum deyð,
statt upp, hygg upp, sum Harrin beyð,
tí breiða vegi vend tær frá,
so fegin skalt tú kenna tá,
sum sín teg Jesus hevur talt;
hann livir, og tú liva skalt!

4. Lat Harrans orð tær lýsa bjart,
so himmalvegin gløgt tú sært
og leita til tíns faðirs búgv!
Í kærleika, í vón og trúgv
til Jesu læru fast teg halt;
hann livir, og tú liva skalt!

5. Og verðin øll skal enda fá,
vár heimur brenna upp sum strá;
men Jesu orð ei vikast má,
hans lyfti skalt tú líta á.
Hann hevur teg til lívs út valt;
hann livir, og tú liva skalt!

FavoriteLoadingGoym tekstin