Hann sat og stardi

Hann sat og stardi fram um vegg og mintist farnar løtur
Væl gránað var hans hár og skegg og troyttar vóru føtur
Hann mintist tá sum piltur hann við horn og geislar spældi,
Tá hann um heyggj og brekku rann smálom á bønum taldi.

So mangan hann á kletti stóð við tráuni í hendi
hann stóð og stardi út á sjó so lítlan hann seg kendi
Hann mintist manga heystarstund tá seiður var við landið,
Og nótin útsett varð við skund og drigin full mót sandi.

Hann mintist havið silvurbleikt sum spegl tað var at síggja,
ei stjørna sást, men mánin veikt seg trongdi millum skýggja.
Slík løta leiddi tankar heim hon bloytti hjartarøtur.
Til børn og vív og vinir teim væl untist sælar løtur.

Men havsins hvíld hon stokkut er
brátt brot og stormar berjast
tey inna kunnu skaðagerð tá mátti skútan verjast.
Nei stormurn hann steðgar ei, fer hvínandi um ræðir,
Hann leitar yvir havsins leið og kvøður sorgarkvæðir.

Hann hoyrir til tann stóra bólk, sum sína arbeiðsmegi
væl unti Føroya land og fólk, hann arbeiddi við gleði.
Hann sat og stardi fram um vegg og mintist farnar løtur,
Væl gránað var hans hár og skegg og troyttar vóru føtur.

FavoriteLoadingGoym tekstin